HB liðskiparin útvístur: Eg havi dummað meg

Jóhan Troest Davidsen bleiv útvístur eftir dystarlok og kann fáa longri leikbann

Jóhan Troest Davidsen, liðskipari hjá HB, fekk eftir seinasta brísksl í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, reytt kort. Miðverjin var óður og endaði við at koma ov tætt upp á dómaran.

 

Hendingin sæst á brotinum omanfyri frá 2:35.20

 

- Eg var óður og vónbrotin. Eg hevði peikifingurin frammi og kom ov nær dómaranum. Hann fær als einki mein av hendingini, men eg havi dummað og viðgangi tað, sigur Jóhan Troest Davidsen við In.fo í kvøld.

 

Tað er óvist hvat fyri revsing landsliðsmiðverjin kann vænta sær. Í vegleiðingin um leikbann hjá Fótbóltssambandinum er eitt sindur torført at bólka hendingina. Í vegleiðingini til leikbann eru millum annað hesir bólkarnir:

 

1 dyst:

- Brúka munn ímóti dómara

 

2 dystir:

- Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.)

 

4-6 dystir:

- Verður givið fyri serliga grov brot móti leikara, dómara ella øðrum.

 

B36 vann seinnu hálvfinaluna 3-2 og er víðari til finaluna.