EB/Streymur-HB 0-4 (0-2)
Fótbóltur
Fótbóltslíkindini vóru góð, og áskoðaratalið var stórt. Kanska høvdu viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi tevja, at søgan frá norðoyarstevnuni skuldi endurtaka seg. Ta ferðina var úrslitið 4?0 ? til EB/Streym. Hesa ferð varð úrslitið endurtikið. Men tað var ikki EB/Streymur, sum fekk fýra mál, men heldur HB, sum harvið livdi upp til egnar vónir um, at nú var botnurin náddur.
HB kom á odda rættuliga tíðliga, og tað hevði við sær, at fyritreytirnar hjá heimaliðnum at dúva upp á kontra spæl vóru burtur. Í staðin var tað HB, sum royndi seg við skjótum álopum, og tað royndist væl. Í flestu førum tá havnarmenninir fingu mál, vóru tveir spælarar púra blankir við Gunnari á Steig, sum ikki hevði ein livandi møguleika at vísa, hvør dugur er í honum.
Málini
EB/Streymur hevði fyrsta stóra møguleikan. Spurningurin er, hvussu tað hevði myndast, um teir høvdu fingið hol á, men royndin hjá Vinjardi Dam fór dygst framvið stólpanum aftanfyri Bárð Johannesen.
Rógvi Jacobsen átti fyrsta HB málið, eftir at Allan Mørkøre, sum var væl upplagdur og fekk nógv pláss at spæla á, hevði sent Rógva púra leysan, og bólturin tók tvørtræið, áðrenn hann fór um strikuna.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Jón Rói Jacobsen. Allan Mørkøre vann bóltin á egnari hálvu í høgru, diagonala sendingin til Rógva Jacobsen var neyv. Miðvallarin kundi havt roynt sjálvur ímóti málinum, men lítið sjálvsøki spældi hann til Jón Róa Jacobsen, sum skoraði.
Jón Rói Jacobsen hevði eina fína langskotsroynd, men bólturin brast í tvørtræið. Sorin Manghel, sum var mest eyðsýndi maðurin á heimaliðnum, hevði í 1. hálvleiki eina góða frísparksroynd, men bólturin small í stólpan.
Stutt undan steðginum noyddist Jón Rói Jacobsen, sum hevði verið eyðsýndur, at taka seg úr stríðnum orsaka av skaða. Eftir steðgin kom Pætur Dahl á vøllin fyri skadda mannin, og Pætur gjørdi rættuliga um seg. Bara tríggjar minuttir eftir hvíldina spældi hann Bárð Mortansson púra blankan, og so var støðan 3?0, og fýra minuttir seinni var Pætur meistari fyri síðsta málinum. Í høgru sneiddi hann framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi innfyri til púra leysa Allan Mørkøre, og so var 4?0.
Tað komu ikki fleiri mál. Ferðin fór niður, HB menninir tóktust nøgdir, og teir á heimaliðnum megnaðu ikki at koma afturíaftur.
Endurreist
Spurningur í HB er so, um hetta var endurreisnin, eftir at tað í fleiri umfør hevur gingið syndarliga illa. Svarið til tann spurningin fæst ikki, fyrrenn komandi sunnudagur og lokalbrakið ímóti B36 er farið afturum.
Hóast Jóhannis Joensen hóskvøldið var á skaðastovuni, so var hann aftur í HB miðverjuni, eftir at hann í fleiri umfør hevur verið burturfrá orsaka av skaða. Sum makkara hevði hann Eyðfinn Fjalsbak, og teir megnaðu at halda Jón Sigurdi Gleðisheygg burtur.
At Jón Rói Jacobsen var í HB álopinum tóktist vera ein vinningur, og Pædur Dahl styrkti um sína støðu, tá hann eftir steðgin loysti av. Størsta týdningin fyri HB mundi tað kortini hava, at rætti hugburðurin aftur var at síggja. Teir hava leitað eftir honum í fleiri vikur, og teir funnu hann á Mølini á Eiði.
EB/Streyma fólkini mugu bara staðfesta, at hesa ferð var steðgurin í dreymaseingini ein vika. Teir eiga framvegis fyrsta heimasigurin í ár til góða, men eingin kann taka frá teimum, at teir á norðoyarstevnu vunnu 4?0 á KÍ!
Dysturin í tølum
EB/Streymur-HB 0-4 (0-2)
0-1: Rógvi Jacobsen 13
0-2: Jón Rói Jacobsen 22
0-3: Bárður Mortansson 49
0-4: Allan Mørkøre 52
Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli)
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Guttesen ? Halldórur Joensen, Sorin Anghel, Knút Vesturtún, Andreas Dahl, Hallur Jacobsen ? Vinjard Dam, Jón Sigurd Gleðisheygg
HB: Bárður Johannesen ? Vagnur Mohr Mortensen, Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen