Tað er øgiliga stórur spenningur í HB leguni. Tá ið Heimir Guðjónsson tók við venjaraábyrgdini fyri tveimum árum síðani, varð roknað við nýggjum tíðum, og nú verður sagt, at Berthel Askou og hansara menn eru á uppaftur hægri støði.
Í dag fær HB við nýggjum venjara vitjan av EB/Streymi, sum framvegis hevur Jákup Martin Joensen við róðrið.
Tølini siga, at HB tvær ferðir síðstu fimm árini hevur vunnið fulla úrtøku í fyrsta umfari. Í fjør og í fyrraárið var KÍ mótstøðuliðið. Í fjør endaði tað málleyst í Klaksvík, og í fyrraárið tapti HB 3-0 á heimavølli.
Í 2017 vann HB 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, og í 2016 vann HB í fyrsta umfari 2-1 í Runavík.
Serliga meint kendist tað í 2015, tá ið tað í fyrsta umfari endaði 2-2 í Gundadali ímóti AB.
Fýra HB spælarar eru langtíðarskaddir – Tróndur Jensen, Hørður H. Askham, Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen. Jógvan Rói Davidsen er ikki tøkur, tí hann er darvaður av brotnum rivjabeini.
Fimm tey síðstu árini hevur EB/Streymur fýra ferðir í fyrsta umfari dystast við eitt av teimum stóru. Í 2016 var EB/Streymur ikki í bestu deildini.
Í fjør endaði tað við 1-0 tapi í Runavík, og í 2018 var fagnaðurin stórur í heimaleguni, tá ið B36 fór úr Hólmanum við 3-2 tapi. Tað vórðu eisini roknað sum góð úrslit, tá ið EB/Streymur í fyrsta umfari í 2017 megnaði 1-1 á útivølli ímóti NSÍ og í 2015 megnaði 1-1 í Gundadali ímóti B36.
Tveir EB/Streymaspælarar eru skaddir. Bjarki Zachariassen og Fannhard Skoradal eru báðir darvaðir av skaða í lærkrikanum.