HB-KÍ 4-1: Málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Mikkjal Thomassen (KÍ) og Rasmus Nolsøe (HB) seta orð á HB-KÍ 4-1 (3-1)

##med2##

HB hevur samband við oddin aftur, og KÍ taptu fyri fyrstu ferð í ár dyst í Betrideildini. Tað er veruleiki aftaná HB vann 4-1 á KÍ á ovara vølli í Gundadali seinnapartin. Sigurin bleiv grundlagdur við 10 frálíkum minuttum hjá HB í fyrra hálvleiki tá liðið skoraði trý mál, ið Dan í Soylu, Adrian Justinussen og Ari Mohr Olsen skoraðu. Serliga langsskotsmálið hjá Adrian Justinussen var framúr vakurt. Stutt undan steðginum fekk Jóannes Bjartalíð nakað av spenningi í dystin aftur tá hann skoraði til 3-1. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Dan í Soylu sigurin hjá HB.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum millum HB og KÍ. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. Mikkjal heldur, at leikliga var talan um ein javnan dyst, men HB var betri at taka av málmøguleikunum. Saknur var í Simen Sandmel, men Mikkjal Thomassen heldur, at hugburðurin og stríðsviljin var góður hjá ungu leikarunum, og tann partin er hann nøgdur við.

3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe sum slær fast, at talan var um ein sera týðandi sigur fyri HB, tí tapti HB í dag vóru teir 11 stig frá oddinum. Rasmus kann eisini fegnast um eitt gott avrik, har serliga teir gyltu 10 minuttirnir í fyrra hálvleiki munaðu væl hjá HB. KÍ og HB møtast aftur í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið komandi mikukvøld. Støðan frá fyrra dystinum er 1-1, og bæði Rasmus og Mikkjal vænta ein harðan dyst har tað fer at ríða um snarið hvør vinnur seg í steypafinaluna har Víkingur ella Skála verður mótstøðuliðið.

 

(Hoyr frásøgnina av málunum HB-KÍ 4-1, og samrøður við umboð fyri venjaratoymini hjá liðunum)