HB hevur valt nýggjan formann

Á aðalfundinum takkari Páll Mohr Joensen fyri seg og lat formansstafettina víðari

Páll Mohr Joensen hevur lagt frá sær sum formaður í Havnar Bóltfelag. Tað er greitt eftir aðalfundin í kvøld, har hann ikki stillaði uppaftur.

 

At vera formaður í HB er sera tíðarkrevjandi, og tí hevur Páll latið stafettina víðari. Í hvussu er fyribils, skrivar HB á heimasíðu felagsins.

 

Í formansfrágreiðingini greiddi fráfarandi formaðurin frá gongdini seinasta árið. Serligur dentur var lagdur á ungdómsarbeiðið.

 

– Grundarsteinurin undir nýggju strategiini bleiv lagdur fyri nøkrum árum síðani, og framgongdin seinastu árini hevur verið sjónlig. Talið av íðkarum veksur, og tey flestu hava nú fótbóltin sum heilársítrótt, skrivar felagið.

 

Páll endaði frágreiðingina við at takka fyri seg.

 

Síðani var roknskapurin lagdur fram. Og tað var sera hugaligur lesnaður, nú hann vísti eitt yvirskot á góðar 1,8 milliónir. Útreiðslurnar eru tálmaðar, og stór framgongd hevur verið á stuðulsinntøkunum. Roknskapur var góðkendur av aðalfundinum.

 

Nevndarval var eisini á skránni. Sum áðurnevnt takkaði Páll fyri seg. Fyri valið stóðu eisini Lars Müller, Ingi Rasmussen og Bjarni Joensen. Ingi og Bjarni stillaðu ikki uppaftur, og takkaðu somuleiðis fyri seg í starvsnevndini, og Lars bleiv afturvaldur. Ingi hevur tó játtað seg til at vera tiltakslimur.

 

Viðtøkur felagsins siga, at starvsnevndin skal mannast av 5-8 limum. Higartil hevur hon talt 6 limir, men mælt varð til at skerja talið til 5. Orsøkin er, at bæði kvinnu- og ungdómsnevndin eru mannaðar við 5 limum hvør, og tí er nakað av arbeiðsbyrðuni tikin av starvsnevndini. Nevndin skjeyt upp Símun Samuelsen og Finn Jensen, og hesir báðir blivu einmælt valdir.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

  • Ransin N. Djurhuus, formaður
  • Lars Müller, næstformaður
  • Finn Jensen, kassameistari
  • Jóannes Mouritsen, skrivari
  • Símun Samuelsen, nevndarlimur

 

Tiltakslimir eru Gunnar Justinussen og Ingi Rasmussen.

 

HB takkar fráfarandi nevndarlimum fyri arbeiðið, teir hava gjørt fyri felagið, og ynskir samstundis nýggju nevndini blíðan byr.