Undan ferðini norður til Eiðis var tað óvist, um HB sigur í Hólmanum fór at bera rættin til luttøku í Europa næsta summar við sær.
HB vann 1-0 á Eiði. Einasti málskjúttin var Adrian Justinussen, sum ein lítlan hálvan tíma undan dystarenda setti bóltin í málið. Uppleggið átti Áki D. Samuelsen. Hetta var 17. Málið hjá Adrian Justinussen, sum saman við Páll A. Klettskarð endaði næstovast á máltindinum.
Hóast sigurin var so tepur sum 1-0, so var eingin ivi um, at HB hevði totala yvirvág. HB hevði 18 royndir á og við síðuna av málinum hjá EB/Streymi, sum hevði tvær royndir ímóti HB málinum.
Tá ið B36 tapti á Argjum, bar sigurin á Eiði við sær, at HB longu undan steypafinauni ehvur tryggjaåð sær rætt at luttaka í Europa á sumri í 2024. HB endaði á triðja plássi í landskappingini við 58 stigum, og B36 endaði á fjórða plássi við 57 stigum.