HB hevur skift málverja

Felags fyri NSÍ og HB er, at tríggir spælarar eru skiftir út síðani seinast

Fríggjakvøldið hevði HB finalupláss í kappingini um løgmanssteypið við sær eftir vitjan í Eysturoy. Eftir 4-3 sigurin í seinnu hálvfinaluni í Gøtu er HB í kvøld aftur í Eysturoy. Nú er landskappingardystur ímóti NSÍ í Runavík á skránni.

 

Hjá NSÍ snýr tað seg um at reisa seg eftir eyðmýkjandi 3-0 tapi í Sørvági í síðsta umfari.

 

NSÍ venjarin Jens C. Wedeborg hevur broytt sítt lið í trimum ódnum. Betuel Hansen og Beinir Nolsøe eru nýggir á miðvøllinum, og í kvøld fær Búi Egilsson møguleikan sum framrættaður í høgru. Higartil í ár hevur leikluturin hjá honum annars verið at vera dynakiskur skiftisspælari.

 

Hjá HB er tað merkisvert, at Teitur Matras Gestsson, sum sá út til at fáa ein ordiligan sendara í Gøtu fríggjakvøldið, ikki er millum HB stólparnar. Hann er á beinkinum, meðan Rasmus Nilsson verjir HB málið.

 

Mathias Voss, sum annars er fastur vongverji í høgru, er leikbannaður. Ási P. Dam er fluttur úr vinstru og á høgra vongverja, har uppgávan er at taka sær av Peturi Knudsen. Heðin Hansen er nýggjur í miðverjuni, meðan Viljormur Davidsen er fluttur úr miðverjuni og á vongverjan í vinstru. Í Gøtu loysti Noah Mnenéy tíðliga skadda Sammy Skytte av á miðvøllinum. Sammy Skytte er ikki á listanum í kvøld, og Noah Mnenéy er á miðvøllinum.

 

 

 

NSÍ – HB kl. 18.30

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, James Michael Drye, Lars Agardius – Betuel Hansen, Beinir Nolsøe, Steffan A. Løkin – Búi Egilsson, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Venjari: Jens C. Wedeborg

 

HB: Rasmus Nilsson – Ási P. Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Leivur F. Guttesen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah

 

Venjari: Adolfo Sormani