HB hevur lagt hondina á greipuna

Einasta málið í fyrra hálvleiki var, tá ið víkingarnir vóru óhepnir at gera sjálvmál

Finalan um løgmanssteypið er hálvrunnin. Líkindini at spæla fótbólt eru ikki so galin á Tórsvølli. Kanska hava spælararnir onkra ferðina havt ilt við at fóta sær, hóast hitin undir vøllinum er frá fyri at verja fyri, at vøllurin frystir.

HB hevur í fyrra hálvleiki havt lotið undan. Víkingarnir løgdu stóran dent á verjupartin. Tað var tætt millum keturnar, og hóast HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og tað vóru fleiri góðar støður, so eydnaðist tað fyrra partin av fyrra hálvleiki at halda HB frá teimum heilt stóru málmøguleikunum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti HB hol á. Uppspælið var í høgru, og eftir kiks hjá báðum pørtum og spælarar, sum høvdu ilt við at standa á beinunum endaði bólturin hjá Mikkel Dahl, sum  eitt vet til  vinstru og 12 metrar úr málinum royndi at seta bóltin inn við handara stólpa. Bólturin hevði kós við síðuna av málinum, men landsliðsmiðverjin hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, var óheppin, tá ið hann royndi at verja, og í staðin fyri at beina bóltin út til horna, stýrdi hann bóltin í málið aftanfyri Elias Fagrá.

HB var fleiri ferðir framvið og tætt við. Víkingur hevði fram ímóti steðginum onkrar støður, og átta minuttir undan steðginum var møguleikin góður at javna, tá ið Arnbjørn Svensson eftir álop í høgru og innlegg var leysur eitt vet til høgru. Hann smekkaði til úr 11 metrum, men bólturin fór omanfyri málið aftanfyri Teit Matras Gestsson.

Fimm minuttir undan steðginum hevði Hilmar Leon Jakobsen heilt stóran møguleika at økja um HB leiðsluna. Adrian Justinussen legði úr vinstru og eitt sindur út frá til Mikkel Dahl, ið stútaði bóltin fyri føturnar á Hilmari Leon Jakobsen. Hann smekkaði til úr seks metrum, men Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi refleksbjargaði.

 

 

Víkingur – HB (0-1) kl. 16.00

Finala í kappingini um løgmanssteypið.

Leygardagin 5. desember 2020 kl. 16.00.

Dómarabólkur: Jóhan Hendrik Ellefsen, Andrew Christiansen, Jan Andersen og Rúni Gaardbo (fjórði dómari).

0-1: Sjálvmál 24.

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen, Noah Mneney, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Martin Klein Joensen, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Olaf Bárðarson

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Hjálparvenjari: Gert Hansen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Pætur J. Petersen, Mads Boe Mikkelsen, Bartal Wardum, Øssur M. Dalbúð

Venjari: Jens Berthel Askou

Hjálparvenjari: Kevin Schindler