Í løtuni bendir alt á, at tað verður HB, sum fer at vinna silvurkrónurnar. Tríggjar minuttir undan steðginum hevur Fróði Benjaminsen økt um leiðsluna, sum nú er 2-0.
Málið varð skorað, tá ið Fróði Benjaminsen var fyrstur á returbólti frá B36 málverjanum, sum hevði hálvbjargað frísparksroynd frá Páll M. Joensen.
HB er harvið á silvurkós. Og um tað eydnast Skála at vinna á oddaliðnum, so verður talan um FM møguleika hjá HB.