Í kvøld fara tey bæði fremstu at seta punktum fyri annan triðingin av ársins landskapping.
Hóast tað vera níggju umfør eftir at spæla, tá ið Kári J. á Høvdanum eina løtu undan klokkan átta í kvøld fer at bríksla fyri síðstu ferð, so er møguleikin stórur fyri, at tað tá verður mest sum greitt, hvør fer at vinna FM.
Um HB vinnur ella um tað endar javnt, so fer HB at liggja so væl á FM kósini, at tað ber illa ella rættari als ikki til at ímynda sær annan meistara. Serliga tá ið havt verður í huga, hvussu væl tað hevur vignast higartil í ár skal alt vendast á høvdið síðsta triðingin av kappingini, um HB ikki skal vinna FM.
Skal FM spenningurin verða varðveittur, so skal KÍ vinna fulla úrtøku í kvøld. Og um KÍ vinnur fulla úrtøku, so verður HB framvegis størsti FM favoritturin. Men tá verður møguleiki fyri FM finalu, tá ið hesi bæði liðini hittast aftur í Klaksvík leygardagin 7. november.
KÍ og HB hava dystast tríggjar ferðir fyrr í ár. Allar tríggjar ferðirnar hevur tað verið javnt eftir vanliga leiktíð – í stórsteypadystinum, í landskappingardystinum í Gundadali og í Klaksvík í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
HB hevur vunnið fulla úrtøku átta tær seinastu ferðirnar við málmuninum 29 – 4. Einasta HB tapið higartil í ár var 22. juni í Runavík. Ta ferðina vann NSÍ 2-0.
KÍ hevur vunnið fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar við málmuninum 23 – 0. 12. Juli tapti KÍ 6 – 2 í Gundadali ímóti B36.
Bæði Mikkjal Thomassen og Jens Berthel Askou hava nógv fólk at velja í.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir. Tríggir nýggir spælarar eru í hópinum. Lukasz Jarosinski, David Skrbec og Abubakar Ibrahim Aliyu vera tó neyvan millum teir fyrstu ellivu.
Hjá HB gav René S. Joensen avboð til landsliðið, men hann er tøkur aftur. Øssur Dalbúð er darvaður av skaða í fótinum.
Tróndur Jensen og Hørður H. Askham spældu á næstbesta liðnum í gjárkvøldið, og Teit Jacobsen er framvegis skaddur.
Í kvøld verður hann útnyrðingurvestan í Klaksvík. Vindferðin verður fýra metrar um sekundið. Tað vera 10 hitastig, tað verður turt, og sólin fer at kaga undan.
KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00.