Dystirnir millum HB og KÍ bera enn heitið klassikarar, sjálvt um tað nú eru vorðin mong ár síðani, at tey bæði stórfeløgini hava spælt beinleiðis toppdystir í fremstu føroysku fótbóltskappingini hjá monnum.
Tað er tó ikki uttan grund, at orðið klassikari enn er knýtt at hesi uppgerð, tí HB og KÍ eru tey mest vinnandi liðini í føroyskum fótbólti, og dystirnir millum hesi bæði liðini eru nakað serligt. Eisini um talan ikki endiliga er um toppdystir.
Um vikuskiftið var talan tó um toppdyst millum HB og KÍ, tí undan dystinum vóru bæði liðini ósigrað, og KÍ hevði enn tá fult stigatal, men hóast hetta var HB mett sum hampiliga greiður favorittur at vinna dystin.
Tryggur sigur
Sum heilt stóri favoritturin at endurvinna meistaraheitið í ár gjørdi HB eisini sína skyldu. Liðið kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá liðskiparanum, Fróða Benjaminsen, og eftir hetta var í grundini ongantíð nakar ivi um, at HB fór at vinna dystin.
Tað var ikki endiliga tí, at HB spældi ein av sínum bestu dystum. Men teir vóru ógvuliga væl skipaðir, og sæð yvir allan dystin hildu teir mest sum KÍ burtur frá møguleikum. Páll Klettskarð hevði eina roynd miðskeiðis í seinna hálvleiki, sum Teitur M. Gestsson bjargaði væl, men hetta var eisini einasta veruliga royndin hjá KÍ.
Tí var tað fult uppiborið, at HB vann dystin 2-0, og sum heild var talan um ein avbera kontolleraðan innsats frá føroyameistarunum.
HB hevur yvirtakið
At HB endaði við at vinna dystin, var ikki tað heilt stóra yvirraskilsi, tí liðið verður av flest øllum mett sum heilt stóri favoritturin at vinna meistaraheitið.
Harafturat er vert at leggja afturat, at HB tey bæði síðstu árini hevur havt ómetaliga gott tak á júst KÍ, og dysturin um vikuskiftið var bara enn ein staðfesting av júst hesum.
Í hesum sambandi spurdu vit annan av málskjúttunum og liðskiparan hjá HB, Fróða Benjaminsen, hví liðið hevur so gott tak á KÍ júst nú.
– Tað er sjálvandi eitt sindur torført at svara uppá. Vit hava ikki altíð havt so gott tak á KÍ, men hesi síðstu árini hevur gingið rættiliga væl hjá okkum ímóti teimum. Tað vísir seg ofta, at er mann komin inn í eina góða gongd ímóti einum liði, har mann hevur yvirtakið fleiri dystir á rað, so heldur henda gongdin ofta fram. Og júst nú sær tað út til, at vit hava tað sálarliga yvirtakið ímóti KÍ, sigur Fróði Benjaminsen, sum eisini var væl nøgdur við avrikið um vikuskiftið.
– Eg haldi, at vit koma rættiliga væl frá hesum dystinum. Vit koma á odda tíðliga í dystinum, og eftir hetta kontrollera vit dystin. Vit hava fult tamarhald á støðuni, sjálvt um vit bara eru á odda við einum máli stóran part av dystinum, og hetta er eitt gott tekin, heldur Fróði Benjaminsen.
Øðrvísi dystur enn vanligt
Sjálvt um HB og KÍ ikki hava leikt nógvar toppdystir seinastu mongu árini, so heldur liðskiparin hjá HB tó, at hesir dystirnir hóast alt eru nakað heilt serligt.
– Eg veit væl, at vit ikki hava spælt serliga nógvar toppdystir ímóti KÍ seinnu árini, men eg haldi allíkavæl, at hesir dystirnar á onkran hátt eru serligir. Sjálvandi er søgan millum hesi feløgini nakað serligt, men tað eru eisini onnur ting, sum gera dystirnar serligar og spennandi. KÍ kemur altíð við nógvum áskoðarum suður í Gundadal, og hesir rópa nógv og hoyrast væl, og tá blívur atmosferan betri, og ofta gerast dystirnir meira intensir av tí sama, sigur Fróði Benjaminsen.
Men hóast toppdystirnir ikki hava verið so mangir í tali ímillum hesi bæði liðini seinnu árini, so var dysturin um vikuskiftið júst ein toppdystur. At talan var um toppdyst sást eisini, tí liðini tóktust bæði rættiliga varislig, og undirhaldsvirðið var ikki av tí besta.
Og Fróði Benjaminsen ásannaði, at dysturin um vikuskiftið var heldur øðrvísi enn fleiri av undanfarnu dystunum móti KÍ.
– Tá ið vit spæla ímóti KÍ, plaga dystirnir altíð at vera undirhaldandi og málríkir. Í fjør vunnu vit ein dyst 4-3 og spældu ein dyst javnan 3-3, og í báðum førunum vóru vit aftanfyri upp til fleiri ferðir. Tá megnaði KÍ eisini í rættiliga stóran mun at leggja okkum undir trýst í pørtum av dystunum, men í so máta var dysturin í dag heilt øðrvísi. Bæði liðini spæla nógv meira kontrollerað og taka ikki so nógvar kjansir fram eftir vøllinum, men eg kenni tað, sum at tað eru vit, sum sita á dystinum. Vit koma jú á odda tíðliga í dystinum, og eftir hetta hava vit tamarhald á støðuni, sigur Fróði Benjaminsen.
Við sigrinum hevur HB nú ikki tapt ímóti KÍ seinastu sjey dystirnar í Effodeildini, og liðið hevur nú eisini lagt seg á eitt 2. pláss í Effodeildini, har teir millum annað eru farnir fram við júst KÍ á stigatalvuni.
Leikarametingar:
HB:
Teitur M. Gestsson 3
Hevði mest sum einki at gera, men bjargaði væl í einastu veruliga royndini, KÍ hevði á málið.
René Shaki Joensen 5
Sterkur defensivt og sera avbjóðandi offensivt. Átti uppleggið til fyrsta málið.
Rógvi S. Holm: 5
Stóð væl defensivt og var við til at halda KÍ frá møguleikum. Krúnaði innsatsin við einum máli.
Jóhan T. Davidsen 4
Stóð sterkur í myndini sum skiparin í HB-verjuni og stýrdi verjuni væl.
Pál Mohr Joensen 3
Stóð væl defensivt saman við allari HB-verjuni, men var ikki so sjónligur fram eftir vøllinum.
Tróndur Jensen 4
Vann nógvar bóltar á miðvøllinum og dugdi sera væl at fordeila spælið.
Heini Vatnsdal 3
Altíð sterkur í nærdystum, rennur nógv og arbeiðir væl, men var ikki so sjónligur, sum hann ofta hevur verið.
Fróði Benjaminsen 5
Góður í nærdystum og arbeiddi sera væl. Skoraði eitt flott mál tíðliga í dystinum, sum gjørdist avgerandi fyri úrslitið.
Kristin R. Mouritsen 3
Raskur, ágangandi og stríddist væl. Megnaði tó ikki at skapa so nógv burtur úr nógva arbeiðinum.
Christian R. Mouritsen 3
Góður við bóltinum, men fekk annars ikki so nógv burturúr. Átti uppleggið til seinna málið.
Andrew av Fløtum 3
Tók bóltin væl til sín í offensiva partinum, men skapti ikki so nógv og var ikki so vandamikil sjálvur.
Alex José dos Santos
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting.
Bárður J. Heinesen
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting.
KÍ:
Meinhardt Joensen 3
Tók tað, sum hann skuldi, og fekk ikki gjørt tað stóra við tey bæði málini hjá HB.
Gunnar Christiansen 3
Sera arbeiðssamur og kom væl fram við í síðuni. Hevði ávísar trupulleikar í verjupartinum uttan at hetta kostaði.
Sørmundur Kalsø 3
Sterkur í nærdystum og í luftspælinum, men gjørdi alt ov nógvar feilir, tá hann spældi bóltin frá sær fram eftir vøllinum.
Jonas F. Rasmussen 2
Sterkur í nærdystum og í luftspælinum, men bleiv yvirspældur í fyrsta málinum og fekk eitt óneyðugt reytt kort seint í dystinum.
Tórur Justesen 3
Kom væl frá uppgávuni defensivt, men tóktist heldur nervøsur í uppbyggjandi spælinum.
Atli Danielsen 3
Stríddist væl á miðvøllinum, har hann vann fleiri bóltar. Megnaði tó ikki at skapa stórvegis offensivt.
Ndende Adama Gueye 3
Sterkur í nærdystum og arbeiddi væl, men fekk alt ov lítið burtur úr fram eftir vøllinum.
Ivan Joensen 2
Fekk møguleikan frá byrjan, men tók ikki av. Arbeiddi og stríddist væl, men sum heild kom lítið burturúr.
Hjalgrím Elttør 3
Sterkur á bóltinum og í bóltumganginum. Royndi at bjóða av, men skapti ikki so nógv móti sterku HB-verjuni.
Jóhan Jacobsen 2
Jóhan arbeiddi væl defensivt, men var rættiliga anonymur fram eftir vøllinum.
Páll Klettskarð 2
Hevði eina góða roynd, men megnaði annars als ikki at hótta væl skipaðu verjuna hjá HB.
Henry Heinesen 3
Kom væl inn í dystin. Trekti væl inn í vøllin og flutti seg væl. Var eisini ágangandi í deyðbóltsstøðum.
Ísak Simonsen 3
Sterkur og arbeiðssamur. Vann fleiri bóltar og spældi teir eisini hampiliga væl frá sær.