HB hevði tvær milliónir í undirskoti

Pengarnir fyri at vinna FM verða ikki at síggja fyrr enn í rokniskapinum fyri 2021

HB hevði í vikuni aðalfund, har millum annað Páll Mohr Joensen bleiv valdur til nýggja formann í felagnum. Á aðalfundinum bleiv rokniskapurin eisini lagdur fram.

HB hevði tvær milliónir í undirskoti fyri 2020, men tað skal havast í huga, at pengarnir fyri at vinna FM í 2020 ikki koma fyrr enn í 2021. Tí verður roknað við einum rímiligum yvirskoti til komandi ársrokniskap.

Ársrokniskapurin fyri 2021 verður eisini ávirkaður av gongdini í Evropa komandi summar. Til hetta kann sigast, at tá feløg koma víðari í Evropa, koma pengarnir beint inn konto, meðan luttøkupengarnar fyri at vinna sær pláss í Evropa koma árið eftir.

HB hevur verið merkt av skuld seinnu árini, men við tveimu FM-heitum seinastu trý árini, fær HB væl av inntøkum. Tó hevur besta mansliðið ikki megnað at spælt seg víðari í Evropa, sum eitt nú KÍ og B36 hava gjørt seinnu árini.