HB gjørdi upp við 18 ára langan turk

Fyri fyrstu ferð síðani 2001 hava HB kvinnurnar í kvøld vunnið steypafinaluna

HB eigur lut í bæði kvinnufinaluni og mansfinaluni í steypakappingini. Nú er kvinnufinalan av, og tað endaði við, at HB vann 3-0 ímóti EBS/Skála eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

Tað er fagnaður í HB leguni, tí hetta er fyrsta ferðin í 18 ár, at HB vinnur steypafinaluna í kvinnudeildini. Síðsti HB sigurin var í 2001, tá ið HB eftir longda leiktíð og brotssparkskapping vann finaluna ímóti KÍ.

HB hevur verið í finaluni trý tey undanfarnu árini, men tá hava tær í HB allar ferðirnar staðið eftir við silvurkrónunum.

Í kvøld var eingin ivi. HB legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist í fyrra hálvleiki at skora tvey mál ímóti EBS/Skála, sum fyrsta hálva tíman var lítið sannførandi í verjupartinum.

Heidi Sevdal setti hol á við fínum skoti av brotsteigarmarkinum í 19. minutti, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Elin Maria Isaksen um munin til 2-0 við brotssparki.

Eftir steðgin var EBS/Skála væl betri við. Tær vunnu fleiri nærdystir og funnu betri hvørja aðra í samanspælinum. Tað eydnaðist tó ikki at vinna upplagdar málmøguleikar, og tá ið álopsbogin varð spentur í botn, bar tað HB møguleikar við sær. Sjey minuttir undan leikloki staðfesti innskifta Julia Naomi Mortensen HB sigurin eftir besta álopið í dystinum.

EBS/Skála vann bæði í fjør og í fyrraárið steypafinaluna ímóti HB, men í kvøld endaði tað við silvurkrónum hjá EBS/Skála.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/?

 

EBS/Skála - HB 0-3 (0-2)

0-1: Heidi Sevdal 19.

0-2: Elin Maria Isaksen br 31.

0-3: Julia Naomi Mortensen 83

EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Durita Mikkelsen, Mirjam Huneck Davidsen, Randi Fagradal – Lea Lisberg, Kára Djurhuus, Ansy Sevdal Jacobsen, Sunnvá Fagradal, Silja Pálsdóttir Augustinussen – Rakul Vesturdal Magnussen, Bjarta E. Djurhuus

Venjari: Mathias Davidsen

HB: Eyðgerð Mikkelsen – Sunniva Willemoes, Liljan av Fløtum, Julia Helena Dahl Henriksen – Elin Maria Isaksen, Sára Samson Lamhauge, Marjun undir Kletti, Jónvá Hentze, Nadja Dam Johannesen – Heidi Sevdal, Rebekka Fjalsá Benbakoura

Venjari: Allan Dybczak