HB á gáttini til Europa

Tað er í kvøld klokkan 19.00, at HB skal vísa, um oddaliðið í EFFO deildini

er ført fyri at gera av við íslendska ÍBV í Europa liguni.

 

Útgangsstøðið er gott, tí fyrri dysturin, sum varð spældur í oyggjunum fyri

viku síðani, endaði 1-1. Tá var tað miðverjin Jóhan Troest Davidsen, sum

eftir frísparksframlegging við høvdinum javnaði til 1-1.

 

 

 

Íslendingarnir vóru harmir, tí teir mettu seg at hava verið greitt omaná.

Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB, helt ikki, at munurin hevði verið so

stórur, og HB venjarin roknar sínar menn at hava eins stóran møguleika at

spæla seg víðari í kappingini sum mótstøðumenninar:

 

 

 

- Undan dystinum í Íslandi roknaði eg teir at vera favorittar - 60-40. Nú

haldi eg, at tað ríður um snarið soleiðis, at tølini eru 50-50. Vit vístu

rættuligt mannfólkaavrik á útivølli, og tað verður aftur neyðugt í kvøld,

men eg rokni tó við, at tað verður betir møguleiki hjá okkum at spæla í

kvøld, sigur HB venjarin, sum vónar, at áskoðarnir so dyggiliga fara at

visa, at tað nú er HB, sum er á heimavølli.

 

 

 

Í Íslandi sótu bæði Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum á beinkinum alla

tíðina. Tað er sannlíkt, at teir báðir vera millum teir fyrstu ellivu í

kvøld.

 

 

 

HB-ÍBV á Tórsvølli klokkan 19.00 (Robert Rogers ur Írland er dómari)