HB: Fleiri venjarar enn Real Madrid

HB hevur havt fleiri venjarar enn Real Madrid síðani aldarskiftið

Hóast Oddbjørn Joensen um vikuskiftið vann FM við HB, so er hann í dag ikki longur venjari hjá HB. Í hansara stað er komin Heðin Askham. Hetta kann tykjast løgið, men um hugt verður eftir søguni, so hevur HB havt fleiri venjarar enn Real Madrid.

 

Spanska stórfelagið er tiltikið fyri at hava ein heitan venjarastól. Sjálvt eitt Champions League heitið ella eitt spanskt meistaraheitið hevur ikki verið nokk at bjarga starvinum hjá venjarum sum Vicente del Bosque og Fabio Capello.

 

Í Føroyum hava vit eisini ein heitan venjarastól. Havnar Bóltfelag hevur havt fleiri venjarar enn Real Madrid síðani ár 2000. Real Madrid hevur havt 12 venjarar, meðan HB nú er komið upp á 14 venjarar og venjarapør síðani 2002.

 

Onkir hava verið tvær ferðir. Millum annað Julian Hansen, meðan Heðin Askham stóð á odda fyri einum dysti í 2007. Tann eini dysturin hjá Heðini Askham telur ikki við í samanteljingini.

 

Venjarar hjá HB síðani 2000:

2000-2002: Ion Geolgau

2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen

2003: Frank Skytte

2004-2005: Heine Fernandez

2005: Julian Hansen

2006-2007: Krzysztof Popczynski

2007: Albert Ellefsen

2008: Rúni Nolsøe

2008-2009: Sámal Erik Hentze

2010: Kristján Guðmundsson

2010-2011: Julian Hansen

2011-2012: Sigfríður Clementsen

2013: Oddbjørn Joensen

2014: Heðin Askham

 

Venjarar hjá Real Madrid síðani 2000:

2000-2002: Vicente del Bosque

2003-2004: Carlos Queiroz

2004: José Antonio Camacho

2004: Mariano García Remón

2004-2005: Vanderlei Luxemburgo

2005-2006: Juan Ramón López Caro

2006-2007: Fabio Capello

2007-2008: Bernd Schuster

2008-2009: Juande Ramos

2009-2010: Manuel Pellegrini

2010-2013: José Mourinho

2013- Carlo Ancelotti