FóTBÓLTUR: Gunnar Mohr er nýggjur formaður í HB. Á aðalfundi hjá felagnum mánakvøldið, tók Sigrun Mikkelsen seg aftur, eftir tvey ár í heita sessinum, og aðalfundurin valdi Gunnar Mohr í hennara stað.
Gunnar Mohr boðaði eftir kappingarlok í ár frá, at hann gavst sum spælari, men hansara arbeiði í HB heldur fram. Gunnar hevur áður verið formaður í HB, og nú hann tekur viðaftur, eru veldugar avbjóðingar fyri framman.
HB arbeiðir við at skipa partvís yrkisfótbólt, og aðalfudnurin samtykti eisini, at felagið skal seta pengar í eitt partafelag, sum skal reka 1. deildarhópin.
HB er liðug at gjalda fyri felagshúsini hjá sær, og nú ætlar felagið at brúka fleiri pengar til ítróttarliga partin, ungdómsarbeiðið, 1. deild og annað.
HB hevur ikki vunnið FM-heitið í 1. deild síðani 1990, og tað leggur ivaleyst frammaliga í huganum hjá nýggja formanninum, at fáa HB aftur á trúnuna innan langa tíð.










