HB fingið nýggjan dóm

Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú sjálv tikið støðu í málinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen. Niðurstøðan er, at HB skal koyrast úr steypakappingini.
Hetta var eisini niðurstøðan hjá aðalnevndini hjá FSF, sum tók støðu í málinum fyri nøkrum vikum síðani. Dómsnevndin hjá FSF staðfesti tó, at aðalnevndin kundi ikki taka slíka avgerð, tað skuldi kappingarnevndin gera, og tí var dómurin ógildaður.
Tað fekk Kappingarnevndina hjá FSF at taka málið upp av nýggjum, og eftir eina nýggja viðgerð, har HB eisini hevur latið nýggja frágreiðing um máli, hevur nevndin nú sjálv tikið eina avgerð.
Avgerðin er, at HB skal tapa dystin ímóti VB/Sumba, tí felagið brúkti ein spælara uttan neyðugt spæliloyvi. Tí skal VB/Sumba víðari í kappingini um Løgmanssteypið og skal spæla fjórðingsfinalu ímóti EB/Streymi. Vinnarin av hesum dysti skal spæla hálvfinalu ímóti B36.
HB ætlar særat royna málið enn einaferð í dómsnevndini hjá FSF.