HB fekk fult

Tað eydnaðist næstbesta HB liðnum at tryggja sær øll stigini, tá ið HB seint seinnapartin vitjaði í Runavík. HB vann 1-0. Einsamalla málið skoraði aftasti verjuspælarin, Jákup Slættalíð, miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir frísparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram.

Heimaliðið hevði fleiri stórar málmøguleikar, men HB málverjin, Marcin David, var sannur brandur millum stólparnar.