Hendir tað, at Teitur M. Gestsson sleppur at royna seg uttanfyri landoddarnar, so er sannlíkt, at Símun Rógvi Hansen verður avloysarin. Hann hevur búð niðri í eitt ár, men flytir sum skilst heim til komandi kappingarár.
Les eisini: Ársins málverji í bíðistøðu
Í seinastuni hevur ljóðað, at Teitur M. Gestsson, sum varð kosin til ársins málverja aftur í ár, hevur møguleika fyri at skifta til danskan fótbólt. HB vil ikki beinleiðis vátta tíðindini, men ásanna at maður má koma í mans stað, um ein slík støða skuldi íkomið.
- Vit hava sáttmála við Teit fyri komandi kappingarár og fyribils vóna vit, at hann heldur fram í felagnum, segði Finnbogi Arge, formaður í HB við in.fo fyri kortum og legði afturat;
- Vit vita eisini, at hann hevur havt áhuga fyri at royna seg uttanlands og hevur verið og royndarvant í ár. Fær hann ein góðan sáttmála, so fara vit ikki at spenna bein fyri tí, men maður má koma í mans stað, segði Finnbogi Arge tá.
Sostatt vóru boðini, at kassin skuldi stemma áðrenn Teitur fór nakran veg. Hetta tykist nú verða nærri enn nakrantíð, so er spurningurin um hann fær møguleikan uttanfyri landoddarnar. Teitur hevur verið og vant við FC Nordsjælland og Vendsyssel FF í Danmark fyrr í ár.
Símun Rógvi Hansen hevur í tveimum førum spælt við HB. Frá 2009 til 2010 og í 2012. Í 2013 vardi hann málið hjá AB og fór eftirfylgjandi til Danmarkar.









