Varmakeldustevna verður í vikuskiftinum í Fuglafirði, og longu í kvøld høvdu fuglfirðingar alla orsøk til at fegnast.
Í síðsta dystinum í 13. umfari í Formula deildini hevur HB vitjað í Fuglafirði, og í hesi løtu fara spælararnir av vøllinum. Havnarmenninir eru vónbrotnir, og fuglfirðingarnir fegnast.
Orsøkin er tann, at ÍF hevur vunnið 1-0 á HB. Einsamalla málið skoraði verjuspælarin Bartal Eliasen í 63. minutti, tá ið hann við høvdinum sendi frísparksinnlegg úr vinstru frá Balasz framvið Marcin David, sum vardi HB málið.
HB royndi at legga trýst á ÍF, tá ið teir fluttu Fróða Benjaminsen úr miðverjuni og fram í álopið, men tað var lítil tyngd og eingin broddur í HB. Í 1. hálvleiki sendi HB miðvallarin Kári Nielsen bóltin í tvørtræið aftanfyri Andras Gango í ÍF málinum. Í 2. hálvleiki nýttist Andras Gango ongantíð rættuliga at spenna seg út.
ÍF hevði fleiri góðar møguleikar at fáa mál í 2. hálvleiki, men tað var bara Bartal Eliasen, sum skoraði.
Atli Petersen var einar fýra ferðir í góðari støðu, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Men tað hugsa fuglfirðingar ikki um í løtuni. Teir stórfegnast um, at tað í kvøld hevur eydnast at vinna trý stig, og harvið hevur ÍF lyft sær longri burtur úr botninum.










