HB er við at finna seg sjálvt

Sjey spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, vóru millum teir fyrstu ellivu í kvøld, tá tað endaði við 3-2 heimasigri ímóti NSÍ

Lagið í HB leguni man vera betri nú, enn tað leingi hevur verið. Fyri einari góðari viku síðani vann HB stórsteypadystin ímóti KÍ, og í kvøld vórðu fyrstu trý stigini sett á kontu í ársins landskapping.

 

Á ovara vølli í Gundadali vann HB 3-2 ímóti NSÍ eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

 

Undanfarnu árini hevur tað ofta verið nógv fremmant og útlendskt í HB, og røddir í felagnum hava spurt, hvussu tað hevur borið til, at so fáir hava sæst aftur á besta liðnum, tá ið havt verður í huga, hvussu nógv yngru HB liðini hava vunnið.

 

Í kvøld sást tað, at talan er ikki bara um orð, tá ið tað verður sagt, at ein av setningunum hjá nýggja italska venjaranum Adolfo Soamani er at seta ungar spælarar við, sum eru uppaldir í felagnum.

 

Ímóti NSÍ í kvøld vóru sjey spælarar millum teir fyrstu ellivu, sum eru uppvaksnir í HB – Bartal Wardum, Ási P. Dam, Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Leivur F. Guttesen, Dávid Reynheim og Áki D. Samuelsen. Og so boðar tað frá trúfesti, at Teitur Matras Gestsson nú verjir málið á 14. ári.

 

Ein av evnaríku HB spælarunum er Áki D. Samuelsen. Higartil í ár hevur hann verið framrættaður í vinstru. Í stórsteypadystinum umsetti hann brotsspark til mál, og í kvøld skoraði hann bæði HB málini í 1. hálvleiki.

 

##med2##

 

Fyrra málið skoraði hann eftir eitt korter og eftir upplegg frá Ejvindi R. Mouritsen, sum tykist hava tikið av, nú fleiri eru skaddir, og pláss er á miðvøllinum. 2-0 málið skoraði Áki fýra minuttir undan hálvleiki.

 

Sjey minuttir eftir steðgin var spenningur aftur í. Petur Knudsen sendi við horna innfyri úr høgru, og út frá handara stólpa stakk Klæmint A. Olsen seg upp og sendi við høvdinum bóltin í málið. Hetta var mál nummar 231 hjá toppskjúttanum yvirhøvur í føroyskum fótbólti.

 

Málið kveikti vón um, at tað kundi eydnast at vinna úrtøku hjá teimum gulu og svørtu, men tveir minuttir seinni skoraði HB aftur, og so kendist tað sum um, at spenningurin hvarv. Málskjútti var Ejvind R. Mouritsen, og tað var ein annar av ungu HB spælarunum, Leivur F. Guttesen, sum úr høgru átti uppleggið.

 

Síðsta hálva tíman vóru tað spentar støður í báðum endum, og við síðsta sparkinum í dystinum umsetti Petur Knudsen brotsspark til 3-2, eftir at Teitur Martas Gestsson í fyrra førinum hevði bjargað. Tá segði Rúni Gaardbo, at málverjin var ov skjótur av strikuni.

 

 

 

HB – NSÍ 3-2 (2-0)

 

1-0: Áki D. Samuelsen

 

2-0: Áki D. Samuelsen

 

2-1: Klæmint A. Olsen

 

3-1: Ejvind R. Mouritsen

 

3-2: Petur Knudsen br

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Heðin Hansen – Hanus Sørensen, Ejvind Restorff Mouritsen – Leivur Fossdal Guttesen, Dávid Reynheim, Áki D. Samuelsen

 

NSÍ: Kristian Joensen – Meinhard D. Geyti, Terzic Adi, James Drye, Pætur Hentze – Betuel Hansen, Konrad Gustafsson, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen