HB er á veg til Klaksvíkar

Kvinnur: Nýggja liðið eigur seinnapartin heimavøll í grannauppgerð

Fyrsta umfar í kvinnukappingini í fótbólti er ídag.

Sammett við undanfarin ár eru nú seks lið í bestu deildini. Undanafarin ár hava tað verið fimm lið, og tí var tað soleiðis, at hvørt vikuskifti hevði eitt lið frí.

Nýggja liðið er NSÍ, sum í dag eigur heimavøll ímóti EBS/Skála. Fleiri spælarar á nýggja liðnum hava undanfarnu árini spælt við júst EBS/Skála.

Meistararnir í KÍ fáa vitjan av HB, sum tað verður roknað við, fer at vera ein av avbjóðarunum í kappingini um FM.

Í Gundadali hevur B36 vitjan av samansetta liðnum hjá ÍF, Víkingi og B68. Har var fyrsta bríkslið longu klokkan 12.15.

 

KÍ-HB: Petur Páll Hentze kl. 15.00

NSÍ-EBS/Skála: Kristian Gunnar Joensen kl.15.00

B36-ÍVB: Jón Ꝧór Baldvinsson kl. 12.15