HB er nýtt oddalið

Oddalið í næstbestu deildini er nú HB. Tað varð greitt seinnapartin, tá teir reyðu og svørtu vunnu við 2-1 á heimavølli móti Skála. Heimaliðið spældi við 10 monnum nær um allan dystin, tí Cristian Mouritsen varð útvístur eftir lítlari løtu. Rani D. Christiansen stóð fyri báðum málunum hjá HB, har annað var eftir brotsspark. Verjuleikarin royndi seg tvær ferðir úr ellivu metrum, men aðru ferð misnýtti hann.

 

FC Hoyvík tapti í dag óvæntað á heimavølli móti Víkingi. Gestirnir úr Leirvík og Gøtu vunnu við tveimum málum móti ongum. VB/Sumba greiddi sína skyldu, tá samansetta liðið vitjaði í Miðvági. Úrslitið gjørdist 3-1.

 

HB-Skála 2-1 (1-1)

1-0: Steffan Frederiksberg

1-1: Rani Debes Christiansen, br.

2-1: Rani Debes Christiansen

 

FC Hoyvík-Víkingur 0-2 (0-1)

0-1: Per Gregersen

0-2: Bárður Hansen, br.

 

NSÍ-TB 1-1 (0-0)

0-1: Petur Mortensen

1-1: Øssur Dalbúð

 

B68-B71 2-2 (2-1)

1-0: Oddur Højgaard

2-0: Oddur Højgaard

2-1: Clayton Soares

2-2: Clayton Soares

 

MB-VB/Sumba 1-3 (0-2)

0-1: Hartman Hansen

0-2: Palli Augustinussen

1-2: John Poulsen

1-3: Henning Joensen

 

Støðan eftir 10. umfar:

1: HB, 20 stig

2: FC Hoyvík, 19 stig

3: TB, 18 stig

4: B68, 17 stig

5: B71, 17 stig

6: VB/Sumba, 17 stig

7: NSÍ, 11 stig

8: Víkingur, 10

9: Skála, 8 stig

10: MB, 2 stig