Mánakvøldið var lutakast til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Bara lið í fremstu deildini eru eftir í kappingini, og tí var stórur spenningur um, hvussu tey fremstu liðini vórðu parað í hesum týðandi dysti.
Úrslitið gjørdist fýra góðar og tættar fjórðingsfinalur, har tað tykist vera rættiliga opið í øllum dystunum.
Meistararnir úr B36 mugu metast sum favorittar til sína fjórðingsfinalu, sum verður ímóti uppflytarunum úr B68. Dysturin verður á Toftum, og har hevur B36 ikki altíð havt tað lætt. Munur eigur tó at vera millum meistarar og uppflytarar.
HB til Eiðis
Hitt stóra havnaliðið fekk eina trupla uppgávu í fjórðingsfinaluni. HB skal til Eiðis at spæla ímóti EB/Streymi, sum hevur eitt sterkt lið, ið kann koppa teimum størstu á heimavølli.
HB hevur áður havt trupular dystir á Mølini, og í fjør var tapið á Eiði dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og venjarin hjá HB varð koyrdur.
Á Skála fara tvey bæði fremstu fótbóltsfeløgini í Eysturoynni seinastu tvey árini, NSÍ og Skála, at dystast í eini lokalari fjórðingsfinalu. Skála og Runavík eru í somu kommunu, men kappingini millum feløgini hvør sínu megin Skálafjørðin er gróthørð.
Fjórða fjórðingsfinalan verður í Klaksvík, har KÍ og GÍ fara at spæla. Hesi bæði liðini høvdu ein vánaliga landskapping í fjør, men GÍ gjørdi tað bragd at vinna steypakappingina. Steypavinnararnir úr Gøtu komu trygt í fjórðingsfinaluna, men uppgávan í fjórðingsfinaluni verður heldur strævnari enn í seinasta umfari.
Nýtt lutakast
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar Kristi Himmalferðardag, sum er tann 25. mai. Bert tann eini dysturin verður spældur, og hann skal avgerast um neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping.
Undanfarin ár hava feløgini vita, hvørjum tey møguliga skulu spæla ímóti í hálvfinaluni, men soleiðis er ikki í ár. Tá ið fjórðingsfinalurnar eru avgreiddar, verður eitt nýtt lutakast um, hvussu tey seinastu fýra feløgini í kappingini skulu hittast.
Finalan verður á ólavsøku.