HB endaði í eyðkenda stílinum

Í kvøld verður fegnast um 23. FM heitið í Gundadali

HB fagnaðurin er stórur í kvøld. Eina løtu seinnapartin sá tað út til, at eitt sindur fór at fara av glansinum, tí Víkingur legði bragdliga fyri og var leingi frammanfyri 1-0.

HB hevur vunnið FM við 73 stigum, sum er met omaná met skilt á tann hátt, at met varð sett við 70 stigum síðsta sunnudag, og í dag varð metið við 73 stigum sett. Tað verður torført at taka nðýggja metið.

Tað hevur aftur og aftur koppað meistarunum til fyrimunar, tá ið tað hevur verið tætt og spennandi, og soleiðis var tað aftur í dag. HB vann 2-1, og so var FM lagið í topp í Gundadali.

 

FSF hevur handað spælarunum gullkrónur, og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen hevur fingið FM steypið, sum HB í dag vann til ognar. Ásetingarnar siga, at fyri at vinna steyp til ognar, skal tað vinnast tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir íalt. Við 23. FM heitinum, sum er met, hevur HB vunnið FM steypið til ognar við at vinna FM í 2006, 2009, 2010, 2013 og 2018.

HB hevur opið hús klokkan 22 í kvøld, tá ið tað verður høvi at fegnast um framúr kappingarárið og FM heitið.

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1