HB eisini til Cypros

Tað verður eitt heitt summar hjá teimum báðum liðunum, sum í fjør vóru tey bæði bestu í føroysku kappingini, tí bæði tvey skulu tey til Kypros at spæla sínar europeisku dystir. Fyrr í morgun var greitt, at greipuvinnararnir úr EB/Streymi skulu spæla ímóti einum liði, sum eitur Apoel, og nú HB var síðsta føroyska felagið, ið var drigið í lutakastinum, gjørdist talan um felagið Omonia. Fulla navn felagsins er Athletic Club Omonia Nicosia, og er hetta tað felagið á Kypros, ið hevur flest viðhaldsfólk. Gjøgnum árini hevur Omonia vunnið 19 meistaraheiti, 12 steypaheiti og 14 sokallað Super Cup-heiti, so tað er kanska ikki so ólíkt HB, tá samanum kemur. HB kemur beinleiðis í annað umfar í UEFA Europe League-kappingini, og spælir fyrst á útivølli hósdagin 16. juli og síðani á heimavølli hósdagin 23. juli.