HB dømt í máli um rasismu

1.deild hjá HB-kvinnum skal spæla uttan áskoðarar í tríggjar dystur, og HB hevur fingið eina bót á 10.001 krónur, skrivar Norðlýsið

1. deild hjá HB-kvinnum skal spæla uttan áskoðarar í tríggjar dystur, og HB hevur fingið eina bót á 10.001 krónur, skrivar Norðlýsið. Hetta tí ein áskoðari hjá HB hevur rópt rasistisk ókvæmisorð eftir einum spælara hjá KÍ, ið er myrk av húðarliti, undir einum 1. deildardysti í Gundadali millum liðini fyrr í ár.

 

Les úrskurðin HER

 

Talan er um pápa ein avspælarunum, sum spældi á 1. deildarliðnum hjá HB. Víst verður millum annað á, at spælarin hjá KÍ ynskti at sleppa av vøllinum eftir hendingina, men valdi halda fram. Av tí at HB hevði himavøll, so hevur HB ábyrgdina av atburðinum hjá eitt nú árskoðarunum.

 

HB hevur tikið frástøðu frá hendingini og atburðinum. Aganevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fekk 28. apríl kæru frá KÍ um tilburðin.

 

 - Aganevndin hevur staðfest og mett, at ein eyðmerktur HB-áskoðari, sum er pápi ein leikara á HB-liðnum, sum spældi heimadyst móti KÍ 25. apríl 2021, sýndi ósømiligan og rasistiskan atburð móti einum littum KÍ-leikara í dysti hjá 1. deild kvinnum millum HB og KÍ. Ósømiligi atburðurin er játtaður av leikarum hjá báðum liðum. HB hevur ikki mótmælt ella afturvíst innihaldsliga rættleikan í uppáhaldinum um ósømiligan og rasistiskan atburð í kæruskrivinum frá KÍ, stendur í úrskurðinum.