Tvey mál innan fyri tveir minuttir góvu Belgia ein stóran 4-0 sigur á Ungarn. Eden Hazard var høvuðspersónurin avgerandi løtuna, tí hann bæði legði upp til mál og skjeyt mál sjálvur, tá dysturin endaliga varð lukkaður.
Fyrst sendi Hazard bóltin fyri føturnar á innskifta Michy Batshuayi við eini góðari sending, so hesin bara skuldi seta fótin á og senda bóltin í tóma málið til 2-0, tá tólv minuttir vóru eftir. Og bara tveir minuttir seinni tók Hazard sakina í egnar hendur, rak fram við trimum av ungarsku verjuspælarunum og skoraði við góðum langskoti til 3-0.
- Vit høvdu uppiborið at vinna og kundu enntá havt fingið fleiri mál. Men vit droyma um nakað, sum er størri enn hetta, staðfesti Chelsea-miðvallarin eftir dystin, ið endaði við enn einum máli til 4-0, ið Yannick Ferreira-Carrasco skoraði eftir skjótálop.
Belgia fekk annars eina góða byrjan í dystinum, tá Toby Alderweireld eftir bara tíggju minuttir skallaði eitt fríspark frá De Bruyne í málið til 1-0. Allan fyrra hálvleik spældi Belgia væl, men bæði yvirliggjarin og ungarski málverjin, Gábor Király, vóru fyri.
Ungarsku spælararnir vóru slett ikki fyri ongum í dystinum, hóast teir endaðu við at tapa stórt. Teir stríddust í seinna hálvleiki veruliga fyri sakini, og møguleikar vóru eisini til at javna, áðrenn Hazard altso fór at gera um seg og spilti teimum spælið.