Tann fyrr so vælkendi leskidrykkurin, Hawaii Dream, sum fekst frá Føroya Bjór líka síðani 1954, er nú aftur komin á marknaðin.
Í novembur 2007 varð avgjørt á Føroya Bjór bert at framleiða sodavatn við náturligum litevni. Tískil steðgaði øll framleiðslan av m.a. Sport, Peru, Citrón og Hawaii sodavatni.
Men fyri stuttum kom tann góða gamla Sport sodavatnin aftur á føroyska marknaðin. Smakkurin er tann sami sum fyrr, men hesaferð er sodavatnið uttan litevni.
Nú er Hawaii eisini framleitt í 0,5 ltr fløskum. Hawaii sodavatnið kom fyrstu ferð á føroyska marknaðin í 1954.