Havstovan vitjan av vinnu og peningastovnum

- Gott og opið samskifti ímillum fiskivinnuna og Havstovuna er ein sjálvfylgja, og nógv er, sum partarnir kunnu umrøða í felag.

Tað sigur Havstovan, sum seinasta fríggjadag hevði umboð fyri partar av fiskivinnuni og umboð fyri peningastovnar á vitjan á Havstovuni fyri at frætta um nýggj kanningarúrslit og fyri í felag at kjakast um útlit.

Evnini, sum vórðu viðgjørd, vóru 1) Æti á landgrunninum, 2) Yngulkanningarnar á landgrunninum, ið júst eru lidnar, 3) Nýggjastu stovnsmetingarnar og gongdin í stovnunum hjá toski, hýsu og upsa og 4) Nýggjastu úrslitini frá kanningum av uppsjóvarfiski.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni eru ongar niðurstøður frá hesum fundi við vinnuumboð og umboð fyri peningastovnar.