Havstovan við nýggjum hitamátara

Havstovan hevur gjørt eitt nýtt tól at máta hitan niðri við botn. Endamálið við hesum tólunum er at máta sjóhitan í norðuratlantiska streyminum norðanfyri Føroyar.

 

Í nógv ár hevur Havstovan mátað hita og streym á leiðunum kring Føroyar. Hetta er mest fyri at kunna fylgja broytingunum í sjónum og síggja, hvørjar avleiðingar tær hava fyri fisk og annað livandi.

 

- Okkara havøki hevur tó eisini stóran týdning fyri viðurskiftini í Arktis og heimshøvunum sum heild. Tí er stórur altjóða áhugi, og tað mesta av kanningunum er fíggjað av altjóða grunnum; í seinastuni sum partur av granskingarætlanini "NACLIM", ið er stuðlað av granskingargrunninum í ES: FP7, skrivar Havstovan á heimasíðu síni, hav.fo.

 

- Útgerðin til slíkar kanningar er dýr, og tí royna vit støðugt at finna nýggja tøkni, og nýliga hava vit gjørt eina rammu við ymsum tólum at seta niður á botn. Í rammuni er ein hitamátari, sum mátar hitan eina ferð um tíman og goymir úrslitið. Tá Magnus Heinason er í nánd, kann hann lesa hitamátingarnar við ljóði, sum verður sent upp frá rammuni. Ramman er gjørd í samstarvi við P/f NomaTek og átti at hildið í nógv ár, og battaríini, sum Fa. Pólar hevur bygt inn í rammuna, skuldu vart meiri enn 5 ár, skrivar Havstovan.

- Nýggju tólini hava ein innbygdan sendara. Triðja hvønn mánað fer Magnus Heinason út og lorar eitt modem niður móti tólinum. Modemið heintar so dátuni frá tólinum, sum so verða send beinleiðis til Havstovuna. Hetta merkir, at vit fáa nógv neyvari dátu, tí nýggju tólini skráseta dátuni oftari enn gomlu, eins og at tey verða dagførd oftari. Harumframt verður tað væl bíligari, segði Karin Margreta Larsen, havfrøðingur, við in.fo.

 

Ætlanin er at gera fleiri rammur at leggja út ymsastaðni. Fyrsta ramman varð sett út á 450 metra dýpi norðan fyri Føroyar í oktober, og Havstovan vónar, at hitamátarin fer at geva sær nógv ár við hitamátingum í einum øki, har tann heiti Atlantssjógvurin møtir tí kalda Arktiska sjónum.

- Føroyar liggja sera væl til, at vera við í slíkum veðurlagskanningum. Norðanfyri Føroyar fer heiti streymurin á veg norðureftir, meðan hann, eftir at hann er kølnaður, fer framvið Føroyum vestanfyri, á veg suðureftir aftur, segði Karin Margreta Larsen við in.fo í oktobur. In.fo var tilstaðar, tá hitamátarin varð royndarkoyrdur í oktobur. Álvur Haraldsen tók hesar myndirnar tá.

 

Les eisini Havstovan roynir nýggj tól