FISKIDAGAR
Týsdagin handaði stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, tilmæli hjá Havstovuni um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Í stuttum mælir Havstovan til at skerja fiskidagarnar fyri komandi fiskiár við 25% í mun til verandi dagatal í skipanini.
Aftrat hesum ítøkiliga tilmæli um skerjingar, hevur Havstovan eina røð av tilmælum til landsstýrismannin, sum saman við tilmæltu skerjingunum skulu vera liður í eini ætlan at stilla veiðitrýstið rætt, sum stovnurin sigur.
Samanbera vit tilmælið hjá ráðgevandi nevndini hjá ICES um botnfiskastovnarnar undir Føroyum, mælti altjóða stovnurin til, at veiðan eftir upsa verður minkað við 38%, og fyri tosk á landgrunninum verður veiðan minkað 24%. ICES mælti eisini til, at eingin beinleiðis hýsuveiða verður undir Føroyum í komandi fiskiári, eins og eingin veiða eftir toski eigur at fara fram á Føroyabanka.
Tað er ikki altíð, at tilmælið hjá Havstovuni til landsstýrismannin í fiskivinnumálum er hitt sama, sum tilmælið hjá ICES. Hetta kemst av, at Havstovan noyðist at hugsa um, hvussu fiskiveiða framhaldandi kann fara fram undir Føroyum, samstundis sum skerjingar og tillagingar verða framdar.
Onnur tilmæli
Í sínum tilmælum til landsstýrismannin, sigur Havstovan, at eingin serlig toska-og hýsukvota eigur at verða latin skipabólkum uttanfyri fiskidagaskipanina. Hetta eigur kortini ikki at vera galdandi á Føroya/Íslandsrygginum. Tó at lemmatrolarar higartil ikki eru við í fiskidagaskipanini, verður mælt til, at hesi skip koma undir somu skerjingar, sum botnfiskaflotin annars. Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár mælt til, at eingin toskaveiða fer fram á Føroyabanka. Í sínum tilmæli sigur stovnurin, at eingin vinnuligur fiskiskapur eigur at verða loyvdur á Føroyabanka á grynri enn 200 metrar.
Havstovan mælir eisini til, at serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum eiga at halda fram.
Fyri at verja yngstu árgangirnar, serliga av toski og upsa, eigur eingin vinnuligur fiskiskapur við húki og troli at verða loyvdur nær landi, og heldur ikki eigur nakar vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á nøkrum ávísum leiðum.
Mælt verður til, at stongdu økini fyri trolveiði á landgrunninum framhaldandi verða stongd, eins og meskavíddin í hjáveiðiposanum hjá trolbátum á landleiðini eigur at verða økt upp í 250 mm.
Havstovan mælir eisini til, at tað bara verða skip og bátar, sum reka vinnuligan fiskiskap, sum sleppa at avreiða, eins og allir skipabólkar í fiskiflotanum eiga at verða styrdir við mest loyvdum dagatali, sum stovnurin rópar tað.
Í seinasta lagi mælir Havstovan til at innføra eina veiðireglu (recovery plan), sum sigur, hvat skal gerast, um stovnarnir verða so smáir – ella so illa fyri – at vandi er fyri, at eingin líkinda tilgongd kann spyrjast burtur úr.
Sama fiskidagatal
Um nakrar dagar fer fiskidaganevndin, sum eitt nú umboðar vinnuna, at koma við sínum tilmæli til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, um fiskidagar og um, hvussu fiskiveiðan skal skipast í fiskiárinum 2010/2011.
Tilmælið hjá fiskidaganevndini verður handað landsstýrismanninum hin 22. juni, og í seinasta lagi hin 18. august 2010 fer so Jacob Vestergaard, at leggja sítt uppskot fyri løgtingið.
Flestu undanfarin ár hevur tað verið so, at Havstovan mælir til stórar niðurskurðir, meðan fiskidaganevndin plagar at mæla til óbroytt fiskidagatal, tó við verandi avmarkingum og tekniskum ásetingum, sum longu eru í lógini um vinnuligan fiskiskap og teimum kunngerðum, sum eru nýttar at hesi.
Nýggja fiskiárið byrjar hin 1. september 2010 og endar 31. august í 2011.










