Havstovan kannar tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski. Sokallað goymslumerkir, sum máta hita og dýpi fleiri ferðir um dagin, vórðu fest á tosk í Barentshavinum, Norðsjónum, Eystursjónum, undir Føroyum og við Ísland. Tilsamans 384 toskar við yvir hundratúsund døgum av skrásetingum vóru grundarlagið í greinini, harav 17 frá føroyska landgrunninum.

Lægsti skrásetti hiti var ?1,5 oC (við Norðurísland), meðan hægsti var 19,5 oC (í sunnara partinum av Norðsjónum). Hetta er ein munur á umleið 21 oC. Tó var munurin millum lægsta og hægsta sjóvarhita fyri hvønn toskastovn sær bert áleið 12 oC. Gýtandi toskur var bert at finna í sjógvi, sum var millum 1 og 8 oC heitt.

Vøksturin hjá toski var bestur fyri tey økini, har sjóvarhitin lá millum 8 og 10 oC. Sum kunnugt er føroyski landgrunnurin eitt av hesum økjum. Teir føroysku toskarnir vuksu tó munandi seinni enn ein skuldi væntað, tí kanningin var gjørd í einum tíðarskeiði (2003-2005), sum lá beint eftir at gróðurin á langrunninum hevði verið serstakliga vánaligur.

Greinin er at finna í viðurkenda tíðaritinum Marine Ecology Progress Series, bind 420 (ár 2010), síða 1-13. Petur Steingrund var við frá Havstovuni. Greinin er ein sokallað ?feature article of the month?, tvs. tann greinin, sum tíðarritið hevur valt at vera tann besta hendan mánaðin.