Tá nú fyrrverandi Fiskirannsóknarstovan hátíðarhelt sín fimmti ára dag, fekk stovnurin ikki bara nýtt navn og búmerki, men eisini tilsøgn um eina velduga stóra peningagávu Nógv fólk var til móttøku á Fiskirannsóknarstovuni seinnapartin hósdagin, tá stovnurin helt sín fimmti ára dag, sum er 1. apríl.
Blómur og gávur vórðu handaðar, og fleiri røður vórðu hildnar.
Tað var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevði heiðurin at avdúka nýggja navnið á stovninum og nýggja búmerkið.
Fyrrverandi Fiskirannsóknarstovan eitur nú Havstovan, og nýggja búmerkið er rundleitt, bláligt í erva og grønligt í neðra. Tað ímyndar fiskar, størri og smærri.
Við móttøkuna hósdagin handaði Jákup Sólstein, fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag, Havstovuni eina tilsøgn um heilar 10 miljónir krónur til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
Jákup Sólstein er formaður í grunninum, sum kallast Forskotsgrunnur Fiskiflotans, sum vinnan á sjónum verður mett at eiga og umboðar.
Hinir í nevndini fyri grunnin er Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag og Herman Bærentsen, sum eitt nú umboðar navigatørar og maskinmenn.
Tilsøgnin um tær 10 miljónir krónurnar er stílað til Fiskirannsóknarstovuna við stjóranum, Hjalta í Jákupsstovu.
- Tilsøgnin er treytað av, at Føroya løgting samtykkir broyting í verandi løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans. Peningurin er tøkur í føroyskum peningastovnum, sigur nevndin í skrivinum, sum Jákup Sólstein handaði Hjalta í Jákupsstovu.
Peningurin er sjálvandi eisini treytaður av, at verkætlanin verður veruleiki.
Á Havstovuni stendur modell av skipinum, sum er teknað og projekterað.