Havstovan eigur at fáa størri játtan

Fiskidaganevndin, sum nú hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Johan Dahl, sítt tilmæli um fiskidagar, mælir eisini til, at Havstovan fær eina størri játtan, so stovnurin kann gera neyvari metingar av veiðitrýstinum.

Eins og undanfarna ár, mælir fiskidaganevndin aftur í ár til, at ein dagføring verður gjørd av stongdu leiðunum, og at kanningar verða gjørdar av, hvørja ávirkan tað hevur á fiskastovnarnar, at leiðir verða stongdar heilt ella lutvíst ár um ár.

- Vit mæla til, at ein lýsing verður gjørd av, hvussu tær stongdu leiðirnar skulu vektast í fiskidagaskipanini. Ein slík lýsing hevur eisini týdning í samband við skjalaprógvan av, hvussu burðardygg fiskidagaskipanin er.

Ein samd fiskidaganevnd mælir til, at Havstovan fær eina hægri játtan til at gera fleiri kanningar, sum kunnu føra við sær, at metingarnar av veiðitrýstinum verða neyvari.

- Eitt vakið eygað eigur at verða hildið við hjáveiðu hjá uppisjóvarflotanum. Myndugleikarnir eiga at umhugsa at seta eftirlitsfólk umborð á øll skip, sum royna eftir uppisjóvarfiski undir Føroyum.

Nevndin vísir eisini á, at hagtøl fyri fiskidagar í ymisku bólkunum í fiskidagaskipanini kunnu verða misvísandi og elva til mistulking.

- Ein samd nevnd mælir frá, at óbrúktir dagar verða brúktir sum grundgeving fyri at skerja fiskidagatalið, sigur fiskidaganevndin í sínum tilmæli til landsstýrismannin.