Seinastu dagarnar hava føroysku svartkjaftaskipini ført stóran fong til lands, og á Havsbrún hava bæði landarar og tey, sum eru í móttøkuni og framleiðsluni, havt úr at gera Hesa myndina tók borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen, um 18-tíðina 2. páskakvøld.
Ytst liggur Fagraberg við umleið 3.000 tonsum, og beint frammanfyri liggur Christian í Grótinum við stívliga 2.000 tonsum.
Bæði skipini eru at kalla fullfermd við svartkjafti.
Skipið, sum ikki sæst á myndini, men sum í hesi løtu liggur og landar, er Jupiter, sum man hava út við 2.000 tons.
Høgaberg hevur eisini landað í Fuglafirði um páskirnar, og tá hann var liðugur, slapp Jupiter fram at.
Tá myndin er tikin, liggja Christian í Grótinum og Fagraberg og bíða eftir landingartørni.
Fagraberg liggur við nýggju oljubryggjuna í Fuglafirði, og Christian í Grótinum liggur við frystibryggjuna, beint niðanfyri Bergfrost.
Havsbrún hevur seinastu dagarnar tikið ímóti stórum nøgdum av svartkjafti, og um páskirnar høvdu landarar og fólk á virkinum soleiðis úr at gera.