Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði, sigur, at virkið í fjør tók ímóti størstu nøgdunum av fiski nakrantíð.
- Í fjør keyptu vit nevniliga tilsamans 334.000 tons av fiski, sum er nøkur hundrað tons fleiri enn árið fyri.
Hann væntar, at tað fara at ganga einar tvær vikur, áðrenn verulig gongd kemur á aftur framleiðsluna í ár.
Skipini liggja
- Fyrstu dagarnir í januar eru ein deydlig tíð, og haraftrat hevur veðrið verið so vánaligt og óstøðugt. Skipini liggja í løtuni, men tey flestu fara væntandi útaftur, sum dagarnir ganga.
Stjórin vísir á, at Krúnborg og Høgaberg, sum komu inn fyri jól, liggja á Fuglafirði og rigga til. Tróndur í Gøtu liggur á Runavík, har teir gera okkurt við skipið, og Christian í Grótinum liggur í Klaksvík, har teir gera okkurt við motorin.
- Jupiter er í Póllandi, har hann verður longdur, og Finnur Fríði er í Noregi til eftirlit.
Bergur heldur, at Jeanne liggur á Skála.
Lodnuveiða
Stjórin á Havsbrún væntar, at flestu skipini fara á lodnuveiði í íslendskum sjógvi, tá ið tey fara útaftur.
- Íslendingar hava verið bekymraðir um lodnustovnin ? og um, hvussu hesin er fyri. Teir hava leitað, og sum eg havi skilt, hava teir umsíðir eisini borið við lodnu.
Bergur Poulsen sigur, at føroysku nótaskipini plaga at vera á lodnuveiði í byrjanini av árinum, og tá ið ein tíð er fráliðin, plaga tey eisini at fara á svartkjaftaveiði ? alt eftir, hvat nú einaferð loysir seg best hjá skipunum.