Fiskivinna
Í gjár landaði snelluskipið Havsbrún í Klaksvík.
Teir fýra menninir, sum eru við skipinum, høvdu hesaferð roynt í tveir dagar, og serliga mikudagurin vignaðist sera væl.
Skiparin, Óli Olsen, sigur, at veiðan hesar báðar dagarnar var stívliga 30.000 pund.
- Serliga royndist mikudagurin góður. Tá fingu vit eini 23.000 pund.
Ófør veiða
Hann veit annars at siga, at í seks dagar hava teir fiskað tilsamans 88.000 pund av upsa.
- Hendan túrin royndu vit vestanfyri, og slagið hevur verið misjavnt, 2 og 3´arar, sigur skiparin, sum sjálvur stóð á bryggjuni í lempaði ís, meðan Havsbrún landaði hósdagin.