Fagraberg kom tíðliga í morgun á Fuglafjørð við 2.200 tonsum av svartkjafti til Havsbrún. Teir byrjaðu at landa beinanvegin.
Fagraberg royndi suður ímóti markinum, og túrurin vardi 10 dagar.
Ætlanin er, at Fagraberg skal fara í íslendskan sjógv at royna eftir lodnu seinni, men enn er ikki avgjørt, nær tað verður.