Havsbrún: Einki nýtt boð

Poul Hansen, advokatur, sum er nevndarformaður í Havsbrún og Føroya Fiskiídnaði, sum eigur 75% av partapeninginum í Havsbrún, sigur, at einki nýtt tilboð er komið uppá Havsbrún í Fuglafirði

Havsbrún

Í desember kom fram, at norska felagið, Weskon Asa, sum hevur fleiri virkir av líknandi slagi sum Havsbrún, hevði boðið feløgunum, sum eiga virkið í Fuglafirði, 180 miljónir krónur fyri meirilutan av partapeninginum, um tey vildu selja.
Nevndarformaðurin í Havsbrún og Føroya Fiskiídnaði, sum eigur meirilutan av partapeninginum í Havsbrún, mælti eigarunum frá at selja.
Seinni í desember frættu vit aftur, at Weskon Asa aftur hevði verið við einum tilboði, sum nú ljóðaði uppá 200 miljónir krónur.
Feløgini, sum standa aftanfyri Føroya Fiskiídnað, eru Dagsbrún, Sildasølan og Sildaskip.
Eftir at norðmenn høvdu boðið tær 200 miljónir krónurnar, tóku feløgini málið upp til viðgerðar, men úrslitið av viðgerðini var, at feløgini lótu seg ikki freista til at selja.
Poul Hansen, advokatur, sum bæði er nevndarformaður í Føroya Fiskiídnaði og Havsbrún, sigur, at hóast full semja ikki er millum allar eigararnar, so samtykti ein meiriluti ikki at taka av tilboðnum frá norðmonnum.
? Men øll tilboð, sum koma, verða sjálvsagt viðgjørd, segði hann.

Einki nýtt boð

Poul Hansen sigur í stuttari viðmerking, at einki nýtt boð er komið úr Noregi, síðan tilboðið upp á tær 200 miljónir krónurnar kom.
- Sostatt er heldur einki nýtt í málinum í løtuni, segði nevndarformaðurin við Sosialin fyrrapartin mikudagin.
Dagsbrún eigur 45 % av partapeninginum í Føroya Fiskiídnaði og tvey onnur feløg, Sildasølan og Sildaskip, eiga 55 %.
Tilsamans eigur Føroya Fiskiídnaður 75% av partapeninginum í Havsbrún í Fuglafirði.