Í vikuni hava norsku myndugleikarnir skrivað undir sáttmála við Skipsteknisk AS í Ålesund um at projektera eitt havrannsóknarskip. Byggingin verður so boðin út í heyst, og ætlanin er at taka skipið í nýtslu í 2016.
Skipið verður 70 metrar langt og 18 metrar breitt, og koyggjurnar verða 45 í tali. Ikki færri enn sjey rannsóknarstovur verða í skipinum, og har verður øll nútímans tøkni.
Tað nýggja havrannsóknarskipið, sum skal eita Dr. Fridtjof Nansen, fer eftir ætlanini at kosta umleið 450 milliónir krónur, sigur norska kringvarpið.