“Til stuttleika” sigur hann í somu grein frá hendingini seinasta heyst, tá eg skifti orð við 2 umboð fyri Skúvoy á Tinghúsvegnum, um játtanina til havnina í Skývoy.
Fyri mær var tað ein ráki av álvarsemi yvir samrøðuni vit høvdu saman, tí tað var greitt, at játtanin til havn úti í Skúvoy kom at verða strikað á fíggjarlógini fyri 2010, tí pengar ikki vóru til hesa íløguna.
Í samrøðuni komu vit inn á verjugarðin, og eg fekk at vita, at vandi var fyri at hesin kundi fara, tí í støðum sást hóttafall á honum.
Meðan vit samskifta um, hvat kann gerast og hvør kostnaðurin er fyri at styrkja verjugarðin til bátahylin í Skúvoy, nevni eg, at tey altíð kunnu senda eitt skriv til Rættarnevndina, men borgarstjórin tykist meira upptikin av fótarbeiði mínum, og tað er so hansara val. Tó haldi eg, at hann man vera tann einasti, sum hevur sagt meg missa jørðforbindilsið, tí tey flestu meta meg at hava bæði beinini plantað í so trygt á jørðini.
Eftir at hava kannað, hvørji brøv eru komin til Rættarnevndina, vísir tað seg, at onki bræv er komið til nevndina úr Skúvoy, og tí hevur Harry Jensen heldur onki svarskriv fingið.
Verjugarðurin úti í Skúvoy.
Men samgongan gloymdi ikki Skúvoy, tí á fíggjarlógini fyri 2010, stendur undir konto 15.38.1.14, at hellan undir verjugarðinum til verandi bátahyl er at kalla máað burtur, og at støðan er sera vánalig. Tí verða játtaðar 2,0 mió. kr. í 2010 til ábøtur á verjugarðin til verandi bátahyl.
Eg vóni, at hesar 2 mió. kr. muna nakað til neyðugar ábøtur á verjugarðin í Skúvoy og rokni við, at Harry Jensen og eg eru samdir í tí, “at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga”.










