Heini Havn Magnussen, valevni fyri Fòlkaflokkin í Tòrshavn
----
Havnin skal vera klár til at taka ímóti oljuvinnuni, sum eftir øllum at døma kemur at vera ein stòrur partur av føroyskum virksemi í framtíðini.
Tí er umráðandi, at vit eru kappingarfør sum kommuna við aðrar kommunur í landinum. Sum skilst, eru millum annað eysturoyingar LANGT síðani farnir undir eina ætlan, sum skal gera Skálafjørðin til reiðar at taka ímòti oljuvinnuni. Vit í Tòrshavnar kommunu mugu taka kappingina upp við hinar kommunurnar í landinum um jùst hetta.
Eftir at hava arbeitt í oljuvinnuni í langa tíð, veit eg, at hesin vinnuvegur hevur alstòran týdning fyri tær kommunur, har arbeitt verður innan oljuvinnuna. Økini mennast við flùgvandi ferð, og arbeiðspláss tròta ikki. Hetta virksemið skapar hòpin av nýggjum arbeiðsplássum, stòrar inntøkur til kommunurnar, og økir nògv um trivnaðin hareftir.
Vit mugu hugsa frammeftir, hvat ið øllum viðvíkur, og eg vil gera mítt til at Tòrshavnar kommuna ikki stendur aftanfyri nakra aðra kommunu á nøkrum øki!