Havnin skal skína innanífrá

Laufey H. Blaasvær

Eg ynski at Havnin skal skína innanífrá - við vitan, hugsjónum og skapanargleði.
Fortreytin fyri hesum er eitt virki vinnulív og ein blómandi mentan.
Hesi bæði øki røkka inn í hvørt einasta heim í Suðurstreymi.
Sum mamma at 5 børnum veit eg at trygg sosial kor, góð heilsa, stimbrandi barnaansing, birtandi skúlar, livandi mentan og eitt ríkt ítróttar- og trúðarlív, eru neyðugir karmar fyri familjutrivnaðin.
Sum dóttir havi eg eyguni eftir eldrarøkt.
Sum sjálvstøðug vinnurekandi sigi eg: "søtur er sjálvgivin biti!".
Býráðspolitikkur skal ikki longur vera tilvildarligar neyðloysnir, neyðsemjur og smálutastýring. Eg ynski at skipa framtíðina grundað á hugsjónir og heildarætlanir.
Skulu vit fáa sosialt rættvísi og mentanarliga vælferð, so er alt fyri eitt at neyðugt at seta eina virkisfúsa vinnudeild á stovn í býráðnum, fyri at stuðula vinnuni í áhaldandi skapanargleði og nýhugsan.
Tónleikur og mentan skulu virka undir góðum og stimbrandi karmum.
Tað er tørvur á ungdómshúsum, frítíðarskúlum, venjingarhølum hjá tónleikarunum, konserthúsi og mentanarhúsið.
Hesar karmar vil eg skapa.
Eg vil virka fyri at barnaansing gerst eitt ókeypis mentanarligt tilboð til allar borgarar.
Onki av hesum kann fremjast við at seta ivandi og hugsjónarleys fólk í býráðið. Hetta gerst bert við at seta fólk, sum hava hugsjónir, yvirblikk, royndir og vitan og har lyklaorðini eru áræði, samstarv og menning.
Okkara stórsta tilfeingi eru tú og E, og saman kunnu vit flyta mørk og skapa ein bý sum tekur sæti á fremstu røð inn í framtíðina.