Nú er Tórshavnar Kommuna nóg stór.
Tað heldur Jan Christiansen, býráðslimur í Havn.
Tá ið býráðsfundur var hóskvøldið, var hann ein av teimum, sum atkvøddu ímóti at leggja Kvívík afturat Tórshavnar Kommunu.
- Í dag búgva útvið 20.000 fólk í Havnini og kommunan er rættiliga víðfør. Eg haldi, at skulu vit hava kommunu í Føroyum, hevur tað alstóran týdning, at tað ikki er alt ov stórur munur á teimum, sigur Jan Christiansen.
- Tí haldi eg, at Kvívík, Vestmanna og Vágar hevði verið ein hóskandi kommuna.
- Tað hevði eisini verið ein nátúrlig samanlegging, ístaðin fyri at gera nógv tað størstu kommununa enn størri.
Jan Christiansen staðfestir eisini, at á fólkaatkvøðuni um samanlegging, var meiriluti í Havn ímóti samanlegging.
- Tað hevur bara styrkt meg í mínari støðu og tí ivaðist eg ikki so nógv í at atkvøða ímóti.
Men hann dylir heldur ikki, at tað hevði verið ein stór útreiðsla fyri Tórshavnar Kommunu at fingið Kvívík upp í.
Hevði Kvívík komið upp í Havnina, høvdu kvívíkingar uttan iva kravt, at teirra bygd varð lyft upp á sama støði sum kommunan annars.
- Eitt nú hevði tað helst verðið torført at sloppið undan kravinum um ókeypis busskoyring til Kvívíkar.
- Aðrar Kommunur eru komnar upp Tórshavnar Kommunu og tað hevur kostað Tórshavnar Kommunu stórar upphæddir í vegir, kloakkir, grundstykki og øðrum tænastum.
Hann vísir eisini á, at longu nú er Tórshavnar Kommuna víðfør, og umfatar fleiri oyggjar og tað ger tað torført hjá umsitingini at hava yvirlit yvir alla kommununa.
- Tað hevði eisini týdning fyri mína støðutakan, sigur Jan Christiansen.