Hesi seinastu árini hava kommunurnar kring landið mist rættiliga nógv ar inntøkur, tí allur vøruflutningur er miðsavnaður í Havn.
Tað staðfesti Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu á pallborðsfundi í SMS í gjárkvøldið uppundir kommunuvalið um tvær vikur.
Á fundinum varð eisini tosað um at býta inntøkurnar javnari ímillum kommunurnar kring landið.
Les eisini: Inntøkurnar skulu býtast javnari kring landið
Í hesum sambandi vísti Rósa Samuelsen á, at fyrr fingu kommunrnar kring landið nógvar inntøkur av havnar- og vørugjaldi, tí farmaskipini sigldi bygd úr bygd eftir vøru, og við vøru.
- Men nú er alt tað miðsavnað í Havn og úrslitið er, at tað eisini er Tórshavnar Havn, sum fer við øllum ummtøkunum.
Hon heldur, at inntøkurnar av vøru- og havnargjaldi, eigur at verða býtt rættvísari ímillum kommunurnar.
Hon heldur eisini, at ein máti at gera tað, er kanska at gera eina almenna landshavn, sum allur vøruflutningur kann ganga ígjøgnum.
Ròsa Samuelsen vísir eisini á, at øll ferðslan til og frá flogvøllinum, gongur ígjøgnum Vága Kommunu.
Men hinvegin fær kommunan ikki eina krónu í skatti, hvørki frá flogvøllinum, ella frá Atlantsflogi, so tað kundi verið býtt javnari, tí útreiðslurnar av at halda vegirnar, eru stórar, sigur hon.