Í framtíðini skulu tað vera sjey kommunur í Føroyum.
Tað staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, á landsfundinum á Viðareiði um vikuskiftið.
Hann staðfesti, at tá ið arbeiðsbólkurin hjá landsstýrinum, sum er settur at arbeiða við einum nýggjum kommunubygnaði, er liðugur í summar, verður farið undir eina tilgongd, sum miðjar ímóti at alt landið leggur saman í sjey kommunur.
Hann staðfestir eisini, at nýggi kommunubygnaðurin skal setast í verk 1. januar 2011.
Ikki A og B kommunur
Men Kaj Leo Johannesen er somuleiðis greiður yvir, at samstundis, sum kommunur leggja saman, skal ein skipan gerast við kommununalari útjavning og einum blokkstuðuli til kommunurnar, so at peningur fylgir við so hvørt kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita.
- Tað er neyðugt at vit fáa eina útjavningarskipan og eina blokkstuðulsskipan, so at allar kommunurnar verða áleið á sama støði.
Hann sigur, at tað er avgerðandi neyðugt, at vit ikki fáa A og B kommunur í landinum.
- Høvuðsstaðurin er ein A kommuna ímeðan aðrar kommunur er B kommunur, staðfestir hann.
Hann sigur, at eisini politikarar í høvuðsstaðnum mugu ásanna, at Havnin er so rík at ongin annar klárar at fylgja við.
- Inntøkugrundarlagið hjá Havnini er eitt heilt annað enn hjá øðrum kommunum og tað skerst heldur ikki burtur, at møguleikarnar hjá kommunum kring landið at skapa sær eitt inntøkugrundarlag, er ikki til staðar í sama sum hjá høvuðsstaðarkommununi.
- Tað er í Havn, at allar inntøkurnar eru og tí er neyðugt við eini útjavningarskipan, so at øll øki verða áleið líka sterk og so at ongin dettur niður ímillum.
- Vit hava ábyrgd mótvegis hvørjum øðrum, staðfestir løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Skuldarbyrðan lækkast
Men Kaj Leo Johannesen leggur eisini dent á, at í sambandi við kommunusamanlegging, verður eisini neyðugt at hyggja eftir kommunuskuldini.
- Tað ber ikki til at sita og hyggja at ímeðan kommunur ikki virkisførar, tí tær eru so illa sperdar fíggjarliga. Tí verður tað neyðugt at fáa alla fíggjarligar byrður niður á eitt støði sum ger, at tær fáa arbeitt.
Men vilja kommunurnar ikki leggja saman, hvat hendir so?
- Eg vil bara siga, at vit hava eitt samgonguskjal at halda okkum til og tá ið arbeiðsbólkurin er liðugur í summar, fara vit í eitt opið og uppbyggjandi samskifti við kommunurnar.
Og hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast at leggja saman í góðum samstarvi við kommunurnar, tí sum hann lesur støðuna, eru tað nógvar kommunur, sum bara sita og bíða eftir einum útspælið frá landinum og sum eru sinnaðar at leggja saman.