Harvið varð sigurin frá fyrru kappingini í Klaksvík endutikin.
I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, gjørdist talan um sera spennandi kapping í millum serliga Havnina og Kollafjørð. Men tá avtornaði vann Havnin kappingina við 1 stigi. Klaksvíkingar vunnu trygt bronsuna.
Havnin (25), Kollafjørður 1 (24), Klaksvík (19), Sandavágur (12½), Viðareiði (9½), Havnin 2 (8½), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 2 (6).
Liðið úr Havnini var mannað við: Áron R. Fjallheim, Eli W. Finnsson, Leif R. Fjallheim og Kaj Olsen.
Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um oddasessin og vunnu Gull. Liðið er mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze.
Havnin hevur vunnið FM-steypið seinastu trý árini, men tað er als ikki givið at sigursrøðin heldur fram. Tí Klaksvíkingar, sum vunnu silvur í Kollafirði og Sandavágur, sum vann bronsuna, geva liðnum úr Havnini ein skarpan gang.
Havnin (20), Klaksvík (18), Sandavágur (17½), Kollafjørður 1 (11½), Kollafjørður 2 (9), Kollafjørður 3 (7½), Kollafjørður 4 (½).
Finalan verður telvað 16. mai. Tá verða aldursbólkarnir býttir í tveir bólkar, har bestu liðini frá innleiðandi kappingunum telva um FM-heitið, meðan hini liðini telva um gull, silvur og bronsukrónur í opnari kapping.