Havnarmenn renna frá hinum

Úrslitini í vikuskiftinum førdu við sær, at oddaliðið úr Havn nú er tvey stig fremst. Vestmenningar anda tó eitt sindur havnarmonnum í nakkan, nú kappingin er komin í helvt

Talv

Undan fimta umfarinum, høvdu havnarmenn 11,5 stig, meðan einastu veruligu kappingarneytarnir, vestmenningar, høvdu eitt stig færri, 10,5. Vestmenningar vónaðu, at klaksvíkingar fóru at gera ein vørr móti havnarmonnum. Men so varð ikki.

Stórsigur
Tað gekk ikki long tíð áðrenn havnarmenn høvdu eina 2-0 leiðslu. Feðgarnir, Andrias og Helgi D. Ziska, vunnu á ávíkavist Tummas Martini Sólsker og Willa Olsen. Andrias fekk longu í byrjanarspælinum greiðan fyrimun, meðan Helgi vann spakuliga sítt talv. Helgi er toppskorari á liðnum við 4,5 av 5. Andrias hevur eisini megnaúrslit at vísa á við sínum 3,5 stigum av 4 møguligum.
Helgi endaði við 5,5 stigum av 10 møguligum í Hastings. Við úrslitinum vinnur Helgi sær umleið 30 ratingstig. Andrias vinnur sær eisini fitt av rating fyri síni 3 stig.
Aftur til dystin sunnudagin. Olaf Berg og Ólavur telvdu eitt heldur longri talv, men eisini á 2. borði lá havnarmaðurin omaná. Olaf, sum telvaði trygt og sannførandi ímóti Ólavi, hevur seinastu árini verið álitið hjá havnarmonnum í liðkappingini. Í ár hevur tað eisini gingið væl hjá honum, nú kappingin er komin í helvt. Olaf hevur 4 stig av 5 møguligum.
Talvið á 1. borði endaði við javnleiki. Eyðun Nolsøe, sum styrkti um klaksvíksliðið, hevði eitt ávíst drúgvt trýst á Martini Poulsen, men føroyameistarin frá 2003 og 2004 helt skansan og fekk sín javnleik.
Eitt óføra gott úrslit hjá oddaliðnum. Klaksvíkingar tykjast hinvegin við vissu at vera uttanfyri dystin um gullið.

Òvæntað vend í kollafirði
Vestmenningar manglaðu sterkasta korti í dystinum ímóti kollfirðingum. John Rødgaard var staddur uttanlanda. Heldur ikki lá tað fyri hjá Sjúrði Thorsteinsson, sum vanliga mannar 4. borð, at telva sunnudagin.
Torbjørn Thomsen fekk á 2. borði nokkso skjótt greiðan fyrimun ímóti Samson Højgaard. Torbjørn kombineraði seg til tryggan sigur.
Næsta talvið sum varð liðugt, var millum Hans Kristian Simonsen og Carl Eli N. Samuelsen. Hans Kristian, sum hevði svart, kom nakað betur frá byrjanarspælinum, men í miðspælinum eydnaðist tað Carl Eli at lumpa Hans Kristian og vinna sær ein riddara fyri finnu. Hans Kristian fekk mótspæl, men tað varð ikki nóg mikið fyri at bjarga sær.
Útlit vóru fyri at kollfirðingar í minsta lagi fóru at fáa 2-2. Men vestmenningurin Jákup á Rógvu Andreasen fekk hjálp frá mótstøðumanninum Bernhardi Thomsen í javnari støðu og so varð liðugt. Eisini Karl Louis Johansen á 4. borði hevði ávísan fyrimun í endatalvinum ímóti John Jacobsen, men John helt høvdið kalt og fekk avviklað til javnleik.
Tískil endaði dysturin við teprum sigri til vestmenningar, sum harvið hanga so frægt teir kunnu í havnarmonnum.

Javnleikur í Klaksvík
B-liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild fekk sunnudagin ein kærkomnan javnleik ímóti hvalvíkingum.
Útisetin Terji Petersen vann ímóti Haldur Suna Johansen. Haldur yvirspældi helst eina javna støðu. Rani Nolsøe hevði fyrimun í sínum talvi ímóti Finnbjørn Zachariassen, men samanrenningin av einum skeivum leiki hjá Rana og mótspæli hjá Finnbirni, koppaði skálin hin vegin.
Martin Brekká vann rímiliga trygt á Ingolf Gaard á 3. borði, meðan Rógvi Dragaberg bjargaði klaksvíkingum javnleikin við sínum sigri á Sámali Christiansen á 4. borði.
Komandi sunnudag hittast klaksvíksliðini ímóti hvørjum øðrum, hvalvíkingar skulu til Vestmanna og havnarmenn fáa vitjan av kollfirðingum.
Í 2. deild er elevatorliðið úr Sandavági fremst við 14 stigum. Teimum næstir er Havnin 3 við 11 stigum.