Havnarmenn rógva við Árnfirðingi

8-mannafari Árnfirðingur var seinast mannaður í 2010, tá hann endaði á einum fjórða plássi í FM. Nú er hann endiliga mannaður aftur og ætlanin er av teimum heilt stóru.

8-mannafari Árnfirðingur var seinast mannaður í 2010, tá hann endaði á einum fjórða plássi í FM. Nú er hann endiliga aftur mannaður, men í ár við havnarmonnum. Vant verður á vánni í Havn og báturin stendur í neystinum á Argjum.

 

 - Vit vildu gjarna manna eitt 8-mannafar í Havn, men bæði Knørrur og Argjabáturin vóru mannaðir. Vit valdu tí at kanna møguleikarnar at skaffa okkum annan bát, og vit komu fram á Árnfirðing, og gjørdu avtalu við Argja Róðrarfelag og Árnafjarðar Róðrarfelag, har vit rógva undir ÁRF, men báturin stendur á Argjum. Tað halda vit er nokk so stuttligt, sigur Rúni Müller sum er bátsformaður.

 

Allir umborð eru havnarmenn og ongin hevur nakað nevnivert samband við Árnafjørð. Tó so rógva teir undir ÁRF og ikki undir AR.

 

 - Har blivu sum so ongar treytir settar. Vit vildu fegnir rógva undir ÁRF eftirsum báturin er har frá, og tað vildi ÁRF sjálvandi eisini. AR vildi fegin hava okkum at vera við til tey tiltøk sum eru treyt tá ein rør á Argjum, og vit vilja sjálvandi gjarna vera ein partur av felagsskapinum har vit eru. Vit hava sama venjara sum flestu manningar úti á Argjum hava og tað er í samstarv við AR, ímeðan annað verður gjørt í samstarv við nevndina í ÁRF, sigur Rúni Müller sum rør sítt sætta ár í ár.

 

Árnfirðingur er fyrsta 8-mannafari at vinna FM trý ár á rað. Hetta var í 1966, 1967 og 1968. Síðani hevur Árnfirðingur ikki vunnið FM. Sjey ár eru síðani hann seinast var mannaður.

 

 - Tað búgva eini 50 fólk í Árnafirði, tað sigur seg sjálvt at tað er ringt hjá teimum at mannað bátin. Vænti at tey eru glað fyri at vit manna bátin og at báturin er mannaður sum heild. Báturin var seinast mannaður í 2010 , so tað er langt síðani tey hava kunna fylgt við teirra egna báti, leggur Rúni Müller aftrat.

 

Meginparturin av manningini róði við Knørri í fjør har teir fingu eitt triðja pláss aftaná Nevinum Reyða og Gullbrandi. Í ár ætla teir sær at vera við heilt har frammi.

 

 - Vit eru fimm frá Knørri í fjør og hinir hava allir róð áður, so vit hava eina heilt góða manning. Vit hava góðar vónir og ætla at vera heilt har frammi í ár. Vit vita at Argjabáturin er við, og at teir eru væl fyri, so har vænta vit nógva kapping. Vit vita ikki við vissu hvørjir aðrir bátar eru mannaðir, men vóna sjálvandi at tað vera fleiri enn, sigur 20 ára gamli bátsformaðurin.

 

Í morgin 20. mai klokkan 16.30 er síðsta umfar av vár Ódnartøkum í Vestmanna. Í hesi kappingini liggur Árnfirðingur fremst og leygardagin er síðsti kjansur at royna kreftirnar av áðrenn Norðoyastevnu, sum er næsta vikuskifti aftur.

 

Umborð á Árnfirðingi í ár eru Hans Petur Brekkstein (róðursmaður), Bogi Sørensen, Kári Joensen, Rúni Müller, Heini Edvardson, Hans Marius Edvardsson, Christian Dahl, Ingi Johan Larsen og Fróði Bærendsen.